194 milliónir í rakstrarúrsliti

194 milliónir í rakstrarúrsliti
Rakstrarúrslitið hjá BankNordik var í fjør 34 prosent betri enn í 2014. Bankin kunngjørdi roknskapin fyri 2015 í morgun
BankNordik hevði 194 milliónir krónur í rakstrarúrsliti í fjør. 34 prosent betri enn í 2014
 
25.02.2016 - 08:14

BankNordik hevði 194 milliónir krónur í rakstrarúrsliti í fjør. BankNordik kunngjørdi roknskapin fyri 2015 í morgun.

Rakstrarúrslitið í fjør var 34 prosent betri enn í 2014. Leiðsla bankans hevur tó avgjørt at niðurskriva goodwill 468 milliónir krónur

20 milliónir latast í vinningsbýti

Niðurskrivingin hevur samband við virksemið í Danmark og Grønlandi. Tí er úrslitið eftir skatt hall upp á 221 milliónir krónur.

Niðurskrivingin av goodwill er bara roknskapartøknilig og hevur tí onga ávirkan á gjaldføri, rakstur ella fíggjarligu styrki bankans, sigur bankin.

Á aðalfundinum 30. mars fer nevndin at skjóta upp, at 20 milliónir krónur verða latnar í vinningsbýti, tvær krónur fyri hvørt partabræv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942