Makrelur kann nú útflytast til Kina

Makrelur kann nú útflytast til Kina
Føroyar sleppa nú at útflyta makrel til Kina. Eftir 1. mai í 2013 hevur ikki borið til at útflutt føroyskan makrel til Kina
 
02.03.2016 - 08:08

Tann dagin komu í gildi nýggjar reglur í Kina, sum søgdu, at kinesisku myndugleikarnir skulu góðkenna vørur, sum komu til Kina.

Á sumri 2014 gjørdi Heilsufrøðiliga Starvsstovan eina frágreiðing til myndugleikarnar í Kina um føroyskan makrel til matna.

Í frágreiðingini vóru upplýst øll heilsufrøðilig viðurskifti, sum hava týdning fyri matvørutrygdina.

Hava verið á eftirlitsvitjan

Um somu tíð vóru fólk úr Kina á eftirlitsvitjan í Føroyum fyri at kunna seg um Heilsufrøðiligu Starvstovuna og eftirlitið, sum hon hevur við laksavirkjum og uppsjóvarvirkjum.

Uppskot kom síðani úr Kina um mannagongd fyri, hvussu føroyingar kunnu útflyta makrel, og hvørjar skyldur Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur.

Um ársbyrjan 2015 var fundur í Kina, og nú, stívliga eitt ár seinni, hevur danska sendistovan í Beijing boðað frá, at Føroyar kunnu útflyta makrel til Kina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075