Seks fólk eru handtikin í Brússel

Seks fólk eru handtikin í Brússel
Politiið í Belgia hevur handtikið seks fólk í kjalarvørrinum á yvirgangsatsóknunum í Brússel týsdagin
 
25.03.2016 - 10:50

Í gjárkvøldið vórðu seks fólk  handtikin í einum stórum løgregluátaki, skrivar tíðindastovan Belga sambært Reuters. Og í morgun varð eitt fólk handtikið í býarpartinum, Forest.

Trý av teimum handtiknu vórðu tikin nærhendis týdningarmesta rættarbygningin í Belgia, sum myndugleikarnir eru sera eymir um. Bygningurin hýsir dómstólunum í Brússel. 

Hava fyribygt yvirgangi

Fyri einum ári síðan avdúkaði politiið yvirgangaætlanir, sum júst vóru vendar móti rættarmygninginum.

Enn er ógreitt, hvørji tey handtiknu eru. Millum annað er ógreitt, um teir eftirlýstu persónarnir eftir yvirgangsatsóknina, eru millum tey handtiknu.

Belgiska stjórnin hittist í dag á fundi at umrøða, hvussu lógin at basa yvirgangi skal herðast. Fregnartænastan í Belgia hevur verið fyri hørðum atfinningum eftir at tað er komið fram, at Belgia og Holland høvdu fingið ávaringar um ein av gerningsmonnunum í álopinum í Brússel. hetta er ein ávaring sum kom úr Turkalandi í juni í fjør.

Løgmálaráðharrin og innanríkisráðharrin hava bjóðað sær til at taka avleiðingarnar og fara úr embætinum, men forsætisráðharrin vil ikki lata teir fara frá. Belgia hevur ikki brúk fyri eini stjórnarkreppu nú, er grundgevingin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762