IMF vil geva Grikkalandi lagaligari gjaldstreytir

IMF vil geva Grikkalandi lagaligari gjaldstreytir
Landið verður ikki ført fyri at byrja at rinda skuldina fyrr enn í 2040, og verður ikki liðugt at gjalda skuldina fyrr enn í 2080.
 
21.05.2016 - 13:47

Altjóða Valutagrunnurin, IMF, mælir nú til, at Grikkaland ikki fer undir at rinda ovurstóru skuldina fyrr enn í 2040, og at landið ikki skal vera liðugt at rinda skuldina til Europa fyrr enn í 2080.

Tað kemur fram í eini frágreiðing sum IMF hevur gjørt um ovurstóru skuldina hjá Grikkalandi.

Altjóða Valutagrunnurin sigur seg framvegis rokna við, at Grikkaland fer at fáa fimm milliardir evrur burturúr at selja almennar ognir. Samstundis verður roknað við, at griksku bankarnir hava tørv á fleiri pengum, fyri at hóra undan.

Samstundis ger IMF greitt, at rentan á griksku skuldini ikki má vera hægri enn 1,5 prosent, um landið skal megna at halda sínar skyldur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974