Lækkaði í gjár - nú hækkar hann aftur

Lækkaði í gjár - nú hækkar hann aftur
Oljuprísurin hækkar aftur í morgun eftir at prísurin í gjár lækkaði fimta dagin á rað. Amerikonsku oljugoymslurnar eru minkaðar
Oljuprísurin hækkar aftur í morgun, og nærkast nú aftur 50 dollarum fyri tunnuna
 
25.05.2016 - 08:44

Oljuprísurin hækkar aftur í morgun, og nærkast nú aftur 50 dollarum fyri tunnuna. Tað kemur av, at amerikansku oljugoymslurnar eru minni enn væntað.

Roknað varð við, at amerikansku oljugoymslurnar vóru á tremur, og at oljuprísurin tí fór at lækka meir. men tá myndugleikarnir kunngjørdu goymslurnar í morgun, vísti tað seg, at tær eru minkaðar góðar fimm milliónir tunnur.

Boðini høvdu við sær, at oljuprísurin hækkaði nakað, og í morgun verður olja seld fyri góðar 49 dollarar fyri tunnuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132