Danir herða revsingina

Danir herða revsingina
Revsingin fyri neyðtøku og kynsligan ágang í Danmark verður nú herd við einum ári. Frá fyrsta juli verður revsingin upp í hálvtfjórða ár
Frá 1. juli verður revsingin í Danmark fyri neyðtøku og kynsligan herd við einum ári upp í hálvtfjórða ár
 
27.05.2016 - 10:22

Revsingin fyri neyðtøku í Danmark verður nú herd fyri fyrstu ferð í 13 ár. Tað samtykti Fólkatingið við greiðum meiriluta hósdagin.

Frá fyrsta juli kunnu fólk revsast við fongsli upp í hálvtfjórða ár fyri neyðtøku, og ikki sum nú, tá fongsulsdómarnir kunnu vera upp í hálvttriðja ár.

Revsingin fyri kynsligan ágang móti børnum í Danmark verður eisini herd við einum ári upp hálvtfjórða ár, skrivar danska Løgmálaráðið á heimasíðuni.

Danska stjórnin samtykti herfyri, at videoavhoyring av børnum verður loyvd. Tað verður gjørt fyri at verja børnini, so tey ikki skulu vitna í rættarsalum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581