IS fremur fólkamorð

IS fremur fólkamorð
IS er farið undir eitt skipað fólkamorð í Irak og Sýria
 
19.06.2016 - 15:16

Herfólk hjá Islamskum Stati eru farin undir eitt skipað fólkamorð í Irak og Sýria, samstundis sum kvinnur og gentur í hópatali verða keyptar og seldar sum sextrælir.

Tað upplýsir mannarættindastovnurin hjá ST í eini nýggjari frágreiðing.

Meiri enn 3.200 kvinnur og børn eru fangar hjá IS í Sýria, og tey verða nýtt sum sextrælir, sigur ST.

Paulo PINHERO, sum er formaður í mannarættindanevndini hjá ST, sigur, at talan er um ræðuleikar av ringasta slag, og IS fer fram við harðari hond, uttan mun um talan er um menn, kvinnur ella børn.

Fólk hjá ST hava fingið vitan um ræðuleikarnar við at tosa við fólk, sum eru flýdd undan IS.

Í samrøðunum kemur fram, at felagskapurin fer fram við harðari hond allastaðni.

Smágentur niður í níggju ára aldur eru neyðtiknar, og tað sama hendir kvinnum sum eru við barn.

Fólk hjá ST mæla nú felagskapinum til at gera enda á ræðuleikunum, annaðhvørt við hermegi, ella við at seta búskaparlig tiltøk í verk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659