brEXIT: Farvæl, ES

brEXIT: Farvæl, ES
Bretland fer úr Evropasamveldinum. Meirluti var fyri at fara úr ES á fólkaatkvøðuni um ES-limaskapin í gjár
 
24.06.2016 - 07:49

Leiðarin í valnevndini kunngjørdi úrslitið beint fyri klokkan hálvgum átta í morgun. 17.410.742 fólk atkvøddu fyri at fara úr ES.

16.141.241 atkvøddu fyri at verða verðandi. Tað svarar til, at 51.9 prosent hava atkvøtt fyri at fara úr ES, 48,1 prosent hava atkvøtt fyri at verða verðandi.

SÍ EISINI Økonomar: Niðurtúrurin kann byrja í morgin

Í London, Skotlandi og Norðurírlandi er meiriluti fyri at verða verandi í ES, men í Wales og ensku sýslunum hava tey atkvøtt fyri at fara úr ES.

Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, skuldi upprunaliga koma við einari útsøgn nú klokkan 8, men tað er útsett til klokkan 8:15.

Bretland hevur verið limur í ES síðan 1973, tá Bretland, Danmark og Írland gjørdust limir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847