Løgreglan drap ungling eftir øksaálop

Løgreglan drap ungling eftir øksaálop
Ein 17 ára gamal maður við øks og knívi leyp mánakvøldið á ferðafólk í einum toki í Týsklandi. Trý fólk fingu álvarsligan skaða
Løgreglan í Týsklandi drap mánakvøldið ein 17 ára gamlan mann eftir, at hann leyp á fólk í einum toki við knívi og øks
Mynd: AP  
 
19.07.2016 - 07:56

Álopið hendi mánakvøldið stutt eftir, at tokið kom til Würzburg í landspartinum, Bayern, í Suðurtýsklandi. Vitni hava greitt frá, at maðurin rópti "Allahu Akbar" - Gud er stórur - undir álopinum, hava vitni greitt frá sambært BBC

Týska løgreglan upplýsir, at fýra av ferðafólkunum hava fingið skaða, av teimum trý álvarsligan, meðan 14 ferðafólk sluppu frá álopinum uttan likamligt mein. Tey eru kortini skelkað av hendingini, skrivar týska løgreglan.

Helst talan um yvirgangsálop

Eitt ferðafólk hálaði í neyðbremsuna, tá 17 ára gamli maðurin stutt eftir klokkan níggju mánakvøldið leyp á ferðafólk, skrivar SkyNews. Løgreglan leyp á tokið, og skeyt og drap gerningsmannin, tá maðurin royndi at flýggja frá staðnum.

Joachim Herrmann, innanríkisráðharri í landspartinum Bayern, upplýsir, at talan er um 17 ára gamlan mann úr Afganistan. Hann kom einsamallur til Týsklands sum barn og búði eitt skifti á móttøkumiðstøð í Ochsenfurt uttanfyri Würzburg, skrivar NTB.

Talan er helst um yvirgangsálop sambært AFP. Týskland er eitt av londunum, sum tekur móti nógvum flóttafólkum. Til samans 222.264 eru skrásett at hava søkt um friðskjól í landinum fyrra hálvár í ár. Seinna hálvár í fjør søktu umleið 500.000 um friðskjól í Týsklandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459