Dómur fellur um eina viku

Dómur fellur um eina viku
Mánadagin fellur dómur í sakarmálinum um arbeiðsóhappið á einum byggiplássi í Havn í mars 2014, tá ein maður datt gjøgnum eitt hol í eini tekju
Byggifelagið Búsetur vil ikki hava sitandi á sær, at tað hevði skyldina, tá ein maður fekk stóran skaða og varandi mein í óhappinum. Mánadagin fellur dómur
 
30.08.2016 - 10:32

Byggifelagið Búsetur vil ikki hava sitandi á sær, at tað hevði skyldina, tá ein maður fekk stóran skaða og varandi mein í óhappinum.

Tí vil felagið heldur ikki góðtaka sektaruppskotið hjá fútanum, sum er 20.000 krónur, fyri at bróta kunngerðina um, hvussu eitt arbeiðspláss skal innrættast. Tí endaði málið í Føroya rætti, sum viðgjørdi tað seinnapartin í gjár.

Óhappið hendi 28. mars 2014. Ein 31 ára gamal timburmaður fekk stóran skaða, tá hann datt gjøgnum eitt hol í tekjuni á einum bygningi í Havn.

SÍ EISINI Góðtaka ikki sektaruppskot

Fallið var sjey metrar niður á betonggólv.

Arbeiðseftirlitið meldaði í juli 2014 Búsetur og mælti til, at Búsetur fekk 20.000 krónur í bót. Men Búsetur vil ikki gjalda, tí felagið noktar at hava brotið kunngerðina um arbeiðsumhvørvi og lógina um arbeiðsumhvørvi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334