Eitt fet nærri fólkatingsvali

Eitt fet nærri fólkatingsvali
Valtrummurnar í Danmark hava ljómað eina tíð, og í morgun ljóðaði tær næstan sum ein trummusolo, tá formaðurin í Dansk Folkeparti helt røðu
Dansk folkeparti og Liberal alliance hava hvør sítt móstríðandi krav til stjórnina
Mynd: Savnsmynd  
 
17.09.2016 - 12:26

Kristian Thulesen Dahl helt røðu sína á ársfundinum hjá Dansk folkeparti. 
Liberal Alliance hevur við sínum ófrávíkiliga kravið um at lækka toppskattin við fimm prosentum, skakað grundarlagið undir stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, sum er ein minnilutastjórn.
Kristian Thulesen Dahl, formaður í DF lat ongan iva vera um, at bakkar Liberal Alliance ikki í sínum kravið um skattalættan, ja, so er flokkurin tilreiðar at fara til fólkatingsval.

 

Mótkrav

- Eingin avtala verður í heyst, har Dansk Folkeparti stuðlar avgjørda kravinum hjá liberal Allianse um at øll, sum rinda toppskatt, skulu fáa fimm prosent í lætta. Tað kemur ikki at henda, segði formaðurin við teir umleið 1300 flokslimirnar á ársfundinum.
Formaðurin legði afturat, at um hetta merkir, at LA so vil elva til val í ótíð, ja, so má tað bara vera so.
Kristian Thulsen Dahl hevði beint frammanundan rópt til fundarfólkið og spurt um tey eru tilreiðar til fólkatingsval.
Ársfundurin svaraði formanninum við einum rungandi JA!

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542