Nú svarar hon atfinningum

Nú svarar hon atfinningum
Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, hevur sent miðlunum skrivligt svar eftir at útvarpið mánakvøldið vísti á, at hon hevur sagt ósatt
 
27.09.2016 - 10:15

- Eg hugsaði ikki, at ein óformligur fyrispurningur um flyting kundi fatast, sum at Løgmansskrivstovan hevði verið inni í sjálvum disiplinermálinum hjá Heilu- og Innlendismálaráðnum.

Hetta sigur Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, í skrivligum svari til innslag í útvarpinum mánakvøldið.

Í innslagnum kom fram, at Marjun Hanusardóttir tann 30. august segði við útvarpið, at hon "ikki hevði verið inni í málinum" um Anni á Hædd, deildarleiðara í Heilsu- og Innlendismálaráðnum.

SÍ EISINI Løgmansstjórin segði ósatt

Tað er málið, sum byrjaði við, at aðalstjórin í ráðnum ætlaði at burturvísa Anni á Hædd, men sum endaði við, at aðalstjórin bakkaði og gav henni eitt serfrøðingastarv ístaðin.

Innlit, sum tað loksins eydnaðist Kringvarpinum at fáa frá Løgmansskrivstovuni í gjár, vísir, at Marjun Hanusardóttir hevði verið inni í málinum í minsta lagi 10 dagar frammanundan, at hon annars segði tað øvuta við útvarpið.

Í roynd og veru hevði løgmansstjórin boðið Anni á Hædd eitt starv sum løgfrøðingur á einum stovni undir Løgmansskrivstovuni.

Sent miðlunum skrivligt svar

Tað vil siga, at løgmansstjórin sjálv hevði verið inni og roynt at loyst málið, sum byrjaði sum ein ætlan um burturvísing, men endaði við, at Anni á Hædd fekk eitt serfrøðingastarv.

Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa eina viðmerking frá Marjun Hanusardóttir í gjár. Men í morgun er eitt skrivligt svar komið umvegis kunningarráðgevan á Løgmansskrivstovuni.

Har skrivar Marjun Hanusardóttir, at tey á Løgmansskrivstovuni fata málið sum tvey ymisk mál - øðrumegin eitt disiplinermál móti Anni á Hædd og so eitt annað mál hinumegin um at flyta eitt starvsfólk.

Les alt svarið her: Viðmerking til innslag í KvF (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Út frá hesum logikki svaraði løgmansstjórin tann 30. august, at "hon ikki hevði verið inni í málinum", tó at hon tvær vikur frammanundan hevði boðið henni starv. Løgmansstjórin endar svar sítt soleiðis:

"Nú so nógv er sagt og skrivað um hetta mál, og tað hoyrist, at Løgtingsins umboðsmaður er farin at vísa áhuga fyri handfaringini av hesum starvsfólkamáli, haldi eg tað vera best at lata hana gjøgnumganga tað og gera sína niðurstøðu," skrivar Marjun Hanusardóttir.

Løgtingsins Umboðskvinna er farin undir innleiðandi kanningar av málinum í Heilsu- og Innlendismálaráðnum. Men hesar kanningar fevna í løtuni ikki um handfaringina av málinum á Løgmansskrivstovuni og leiklutin hjá Marjuni Hanusardóttir, løgmansstjóra, í tí sambandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334