Hitaloysnin bíligari enn mett

Hitaloysnin bíligari enn mett
Tað fer at kosta minni enn mett, at hita Glasir við bæði jarð- og fjarhita. 80 prosent skulu hitast við jarðhita, 20 prosent við fjarhita
 
19.10.2016 - 08:08

Tann loysnin fer at kosta átta milliónir krónur og ikki 13,4 milliónir, sum Rigmor Dam, landsstýriskvinna, bað tingið um at játta til jarðhita.

15 atkvøddu fyri broytingaruppskotinum hjá meirilutanum í Fíggjarnevndini á tingfundinum týsdagin. 13 vóru ímóti.

SÍ EISINI Málið komið í Løgtingið

Jørgen Niclasen vildi hava málið aftur í Fíggjarnevndina, men tað uppskotið fall. Triðja viðgerð verður í morgin.

Sambært tí, sum tingið nú hevur samtykt, er prísurin fyri Marknagilsdepilin komin upp í 523 milliónir krónur.

80 prosent av Glasi verða hitað við jarðhita og 20 prosent við fjarhita. Bogi Bech Jensen, rektari, er fegin um hesa orkuloysnina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523