Næstan javnstøða eftir valið

Næstan javnstøða eftir valið
Ísland kom eitt fet nærri politiskari javnstøðu á altingsvalinum leygardagin. 48 prosent av teimum valdu vóru kvinnur
48 prosent av teimum valdu í Íslandi vóru kvinnur, tá altingsval var í landinum leygardagin
 
31.10.2016 - 09:51

30 kvinnur vórðu valdar í Altingið, tá val var í Íslandi leygardagin. Tað svarar til 48 prosent, skrivar íslendski netmiðilin, visir.is

Á seinasta altingsvali vórðu 25 kvinnur valdar, tað svarar til 39,7 prosent av tingssessunum í Altinginum.

Kvinnur eru í meiriluta í flokkunum: Bjørt Framtíð, Framsóknarflokkurin og Vinstra Grøna. Hjá Piratunum eru eins nógvar kvinnur og menn. 

Fyrsta kvinnan varð vald á ting í Íslandi í 1922. Frá 1942 til 1946 og frá 1956 til 1959 vóru ongar kvinnur í Altinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Týsdag 16. juni
Morgunlestur týsdagur 16.juni 2026
209562
Mánadag 15. juni
Poppverturin 3
208457
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762