»Skattamálið« fyri Fjølmiðlanevndina

»Skattamálið« fyri Fjølmiðlanevndina
Fjølmiðlanevndin skal nú koma við sínum viðmerkingum til tíðindaflutningin hjá Kringvarpinum í sonevnda skattamálinum hjá Eik
Fjølmiðlanevndin skal nú taka støðu til, um Kringvarpið hevur brotið góðan fjølmiðlasið í tíðindaflutninginum í einum máli um skattafrádrátt hjá Eik Banka
 
29.11.2016 - 14:54

Fjølmiðlanevndin skal nú siga sína hugsan um dekkningin hjá Kringvarpinum í einum máli um skattafrádrátt hjá Eik Banka.

Fjølmiðladekkningurin hjá Kringvarpinum byrjaði miðskeiðis í februar, eftir at Jørn Astrup Hansen úttalaði seg til Berlingske Business.

Fyrrverandi nevndarlimurin í Eik, Jørn Astrup Hansen, segði tá við blaðið, at bankin av órøttum hevði fingið ein skattafrádrátt uppá 90 milliónir krónur.

Málið regluliga viðgjørt

Kringvarpið tók síðani málið um skattafrádráttin hjá Eik Banka upp í tíðindaflutninginum, millum annað annað í sjónvarpssendingini, »Skattamálið«.

Stovnurin hevur javnt og samt síðani tá eisini dekkað málið í tíðindaflutninginum, men Eik Banki heldur ikki, Kringvarpið hevur lýst málið nóg væl.

Fjølmiðlanevndin skal nú taka støðu til, um Kringvarpið á nøktandi hátt hevur lýst skattamálið ella um Kringvarpið hevur brotið góðan fjølmiðlasið.

Skjøl

Bæði Eik Banki og Kringvarp Føroya hava nú gjørt sínar viðmerkingar til Fjølmiðlanevndina, ið skal viðgera dekkningin hjá Kringvarpinum. Les viðmerkingarnar her.

Viðmerkingar frá Eik (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Viðmerkingar frá Kringvarpinum (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952