Ein millión søktu um uppihaldssloyvi

Ein millión søktu um uppihaldssloyvi
Tveir triðingar av øllum flóttafólkunum í Evropa í 2016 vildu sleppa at verða í Týsklandi. 5.300 søktu um uppihaldsloyvi í Danmark
658.000 flóttafólk bóðu um loyvi at verða verandi í Týsklandi í 2016, næstflest vildu vera í Italia
 
05.01.2017 - 08:10

Ein millión flóttafólk søktu um uppihaldsloyvi í ES í fjør, og tveir triðingar av teimum vilja vera í Týsklandi, vísir ein uppgerð frá hagstovuni í ES, Eurostat.

658.000 flóttafólk bóðu um loyvi at verða verandi í Týsklandi, næstflest vildu vera í Italia, til samans 85.000 og triðflest vildu vera í Fraklandi, 62.000 fólk.

SÍ EISINI Flóttafólk rýma úr Týsklandi

Orsøkin til høga talið í Týsklandi stavar millum annað frá, at týsku myndugleikarnir ikki kláraðu at skráseta øll sum komu til landið í 2015, og sum tí ikki vórðu skrásett fyrr enn í fjør.

Týskland tekur ímóti fleiri flóttafólkum og migrantum enn øll hini ES-londini til samans, vísir uppgerðin. Í 2015 komu 1,2 milliónir flóttafólk og migrantar til Evropa.

Tá 2016 er liðugt uppgjørt, í mars í ár, verða flóttafólkini eins nógv í tali sum árið fyri, sigur Johannes Singhammer, næstformaður í týska ríkisdegnum við blaðið, Die Welt.

Grikkar avmarkaða orku

Støðan er ringast í Grikkalandi, tí landið sigur seg ikki hava ráð at taka ímóti og hýsa teimum nógvu flóttafólkunum sum koma til landið.

Stjórnin í Grikkalandi hevur tí gjørt av, at frá í mars, fær hvør familja ikki meir enn 2.960 krónur um mánaðin, og tað mugu tey klára seg fyri.

Samstundis hevur Týskland gjørt av at herða reglurnar eftir álopið fyri jól, so tey, sum ikki fáa loyvi at verða verandi í landinum, skjótari kunnu sendast heim aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444