Anis Amri var javnan ávirkaður av rúsevnum

Anis Amri var javnan ávirkaður av rúsevnum
Maðurin, sum er undir illgruna fyri at hava staðið aftanfyri atsóknini, tá ein lastbilur koyrdi á eina mannamúgva í Berlin, var javnan ávirkaður
Tunesarin Anis Amri verður skotin til deyðis í italienska býnum Milano
 
04.03.2017 - 12:12

Hetta kemur fram í eini líkkanning av manninum, sum italienska tíðindaskrivstovan ANSA hevur kunngjørt. Kanningin vísir, at funnin eru spor av bæði kokaini og hasji í blóðinum hjá tunesiska manninum, sum koyrdi lastbilin.

Tað var tunesarin, Anis Amri, sum 19. desember í fjørð, koyrdi ein 40 tons tungan lastbil inn í eina mannamúgvu í einum jólamarknaðií Berlin. 12 fólk doyðu og 50 fólk vóru løstað í atsóknini. Fýra dagar seinni bleiv Amri skotin í italienska býnum Milano, tá italeienska løgreglan koma fram á mannin.

Hóast ikki kann prógvast at Amri hevði tikið nakað rúsevnið tá hann framdi atsóknina í Berlin, verður hildið, at hann hevur verið ávirkaður, verður skrivað í líkskoðanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871