Vilja geva ES-borgarum í Bretlandi størri rættindi

Vilja geva ES-borgarum í Bretlandi størri rættindi
Bretska parlamentið fer aftur í dag at gera eina roynd samtykkja lógina, ið skal loysa Bretland úr ES
 
13.03.2017 - 16:33

Bretskir miðlar vænta, at Theresa May, forsætisráðharri, longu í morgin fer at seta í gildi nógv umrøddu grein 50 í ES-sáttmálanum. Bretska yvirhúsið, House of Lords, hevur tvær ferðir víst brexit-lógini hjá stjórnin aftur.

Meirilutin í yvirhúsinum vil hava, at ES-borgarar, búgva í Bretlandi, skulu fáa størri rættindi. Yvirhúsið vil eisini hava parlamentið at atkvøða um avtaluna millum ES og Bretlandi.

Í dag fer undirhúsið, House of Commons, væntandi at senda lógina aftur til yvirhúsið. Góðtekur yvirhúsið lógina, kann Theresa May senda áheitanina um at loysa Bretland úr samveldinum til ES.

Viðgerðin verður drúgv

Men viðgerðin í parlamentinum verður drúgv. Theresa May hevur sagt, at grein 50 í samveldissáttmálanum verður sett í gildi seinast í hesum mánaðinum.

Tá Bretland hevur sagt samstarvið við ES upp, hava partarnir tvey ár at gera ein sáttmála um, hvussu viðurskiftini millum Bretland og ES skulu verða í framtíðini. Theresa May hevur lovað veljarunum, at Bretland fer at taka seg úr ES, sama um tað eydnast fáa eina avtalu við ES ella ikki.

Bretski uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, segði í gjár, at tað er í lagi, um tað ikki eydnast fáa eina avtalu. Avleiðingin verður ikki so álvarsom, sum mong vænta, sigur Boris Johnson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444