Týskland lovar at hjálpa

Týskland lovar at hjálpa
Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, skal hava lovað Turkalandi, at ES fór at taka ímóti 250.000 sýriskum flóttafólkum, sum eru í Turkalandi
 
20.03.2017 - 09:58

Tað skal vera hent, tá hon í fjørvár samráddist við Turkaland um flóttafólkaspurningin, men hon segði ikki stjórnarleiðarunum í hinum ES-londunum frá avtaluni. Tann einasti, ið kendi til avtaluna, er hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte.

Tað kemur fram í eini nýggjari bók sum er skrivað um avtaluna ímillum ES og Turkaland. Eftir avtaluni skuldu flóttafólkini býtast ímillum ES-londini eftir egnum ynski.

Gingið illa hjá londunum at semjast

Í 2015 gjørdi ES av at taka ímóti 160.000 flóttafólkum, sum skuldu býtast ímillum londini, í seinasta lagi í september í ár, men tað hevur gingið illa hjá londunum at semjast.

Higartil eru bara góð 13.000 flóttafólk úr Italia og Grikkalandi komin til onnur lond í ES. Síðani í mars í fjør eru 870 flóttafólk send aftur úr Grikkalandi til Turkalands, samstundis sum ES-londini hava tikið ímóti 3.000 flóttafólkum úr legum í Turkalandi.

Ein uppgerð, sum týsku landspartarnir, Slesvig-Holstein, Hessen og Berlin hava gjørt, vísir, at samlaðu týsku útreiðslurnar til migrantar og flóttafólk í fjør var uppá 177 milliardir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444