Ikki ábendingar um spilt kjøt í Føroyum

Ikki ábendingar um spilt kjøt í Føroyum
Hóast vit innflyta nógv kjøt úr Brasilia bendir higartil einki á, at brasilskt neyta- og høsnakjøt, sum ikki er egnað til mannaføði, er endað her
Hvørki í Miklagarði ella í FK siga tey seg hava kjøt, ið kann setast í samband við eina stóra kjøtgølu, sum hevur tikið seg upp í Brasil síðstu dagarnar
 
20.03.2017 - 12:29

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur ongar afturkallingar fingið um kjøt úr Brasilia, sum ikki er egnað til mannaføði. Tað vil siga, at fyribils er onki, ið bendir á, at kjøtið er innflut til Føroya, nú ein stór matvørugøla hevur tikið seg upp í Brasilia.

Brasilsku mynduleikarnir hava illgruna um, at neyta og høsnakjøt,ið ikki er egnað til mannaføði, er flutt út úr Brasilia og selt, sum matvøra í øðrum londum. Tað sigur DR.

Ein stórur høsnagarður, ið verður rikin av altjóða fyritøkuni BRF, og tvey sláturhús hjá brasilska felagnum Peccin er vorðin stongd. Harumframt eru 21 aðrar verksmiður undir illgruna.

SÍ EISINI Kjøtgøla tekur eg upp í Brasil

Løgreglan í Brasilia hevur illgruna um, at íðnaðurin hevur mutrað fólk frá matvørumynduleikunum, so kjøtið hevur fingið góðkenning at kunna verða til matna. Føroyar innfluttu umleið 180 tons av kjøti úr Brasilia í fjør, tað mesta høsnakjøt.

Men Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur ongar afturkallingar fingið frá danska Fødevarestyrelsen ella úr ES, sigur Laila Jacobsen, deildarleiðari á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, við útvarpið.

Brasilia er heimsins stórsti útflytari av oksakjøti og høsnarungum, og umleið 150 lond flyta inn kjøt úr Brasilia, sigur Ritzau. Bæði í Miklagarði og í FK verður sagt, at tey hava ikki hesar vørur úr Brasilia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858