Stríð um nýggjan vegskatt

Stríð um nýggjan vegskatt
Ætlar tú tær til Týsklands at ferðast við egnum bili í 2019, verður tú kanska noyddur at rinda fyri at koyra á týsku vegunum
Nógv politiskt stríð hevur verið um ein nýggjan vegskatt, sum kemur í gildi í Týsklandi
Mynd: Wikimedia Commons  
 
31.03.2017 - 15:43

Týska samveldisráðið, sum er hin tingdeildin í samveldistinginum, hevur góðkent lógina. Talan verður um seks ymisk prísstig. Eitt tíggjutúrakort fer at kosta millum hálva triðju evru og 25 evrur.

Árskortið fer at kosta 130 evrur. Avgjaldið lagar seg eftir, hvat slag av bili, tú koyrir í, til dømis um hann fer væl við umhvørvinum. Motorsúkklur sleppa undan avgjaldi, men húsvognar kunnu vænta at gjalda størsta avgjaldið.

Nógv politiskt stríð

Nógv politiskt stríð hevur verið um vegskattin. Fyri einari viku síðani samtykti samveldistingið lógina, og nú hevur hin tingdeildin, samveldisráðið, eisini samtykt lógina.

Landspartaráðini manna samveldisráðið. ES-nevndin hevur funnist at ætlanini um nýggja vegskattin, tí munur verður gjørdur á týskum og útlendskum bilførarum.

Stjórnin í Týsklandi hevur roynt at laga lógina til, og nú er ES-nevndin ikki so atfinningarsom longur. Felagið hjá donsku bileigarunum, FDM, hevur eisini funnist hvassliga at týska vegskattinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050