Trump givið FBI-stjóranum fótin

Trump givið FBI-stjóranum fótin
Amerikanski forsetin hevur sent stjóran í FBI til hús bara fáar dagar eftir hann vitnaði um russiska uppíblanding í amerikanska forsetavalið í 2016
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt ovasta leiðaran fyri FBI, James Comey, úr starvi. Tað er enn ikki greitt, hvør verður nýggjur stjóri fyri FBI
 
10.05.2017 - 09:32

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt ovasta leiðaran fyri FBI, James Comey, úr starvi. Avgerðina tók forsetin eftir tilráðing frá løgmálaráðharranum, Jeff Sessions. 

"Tað er avgerðandi, at vit nú finna ein leiðara fyri FBI, sum kann endurskapa álitið á FBI"

- Donald Trump, amerikanskur forseti

Uppsøgnin kemur bert fáa dagar eftir, at nú fyrrverandi FBI-stjórin hevur vitnað um kanningararbeiðið um russiska uppíblanding í amerikanska valið og um møguligt samband millum Vladmir Putin og forsetavalstríðið hjá Donaldi Trump.

- Tað er avgerðandi, at vit nú finna ein leiðara fyri FBI, sum kann endurskapa almenna treystið og álitið á FBI um at halda lógina, skrivar Donald Trump í brævi til James Comey.

- FBI er ein hin mest virðismetti stovnurin, og í dag seta vit skjøtil undir nýggja byrjan hjá lógarinnar skartgripi, stendur í fráboðan til almenningin frá Donaldi Trump.

Greinin heldur fram niðanfyri

Amerikanski forsetin hevur givið FBI-stjóranum James Comey (myndin) fótin

James Comey hevur havt stóran leiklut í málinum um Hillary Clinton, sum hevur brúkt privatan servara til at senda teldupostar, tá hon var amerikanskur uttanríkisráðharri.

Fleiri halda, at FBI og Comey høvdu sín part av skyldini, at Hillary Clinton tapti valið. Og tað hevur Hillary, so seint sum fyri viku síðani, sjálv sagt við fjølmiðlar.

SÍ EISINI Trump: Clinton fekk nógvar ólógligar atkvøður

Í seinnu helvt av valstríðnum sendi James Comey nevniliga eitt bræv til Kongressina um, at FBI hevði funnið nýggjar upplýsingar í Clinton-málinum. Hetta hendi, hóast siðvenjan hevur verið ikki at viðmerkja kanningararbeiðið beint undan einum vali.

Hetta hendi eisini, hóast FBI tá ikki visti, hvussu týdningarmikið tilfarið var. Hillary Clinton varð tó ongantíð skuldsett, men nýggju tíðindini um kanningarnar vóru yvirskriftir fleiri ferðir undir valstríðnum.

James Comey hevur fleiri ferðir verið frammi í sambandi við Clinton-málið og í sambandi við møguliga russiska sambandi við Trump. FBI hevur annars, síðani J. Edgar Hoover, arbeitt hart fyri at halda seg uttan fyri politiska spælið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659