Mæla frá at spreingja fjallið við Uumanaq-fjørðin

Mæla frá at spreingja fjallið við Uumanaq-fjørðin
Serfrøðingar meta, at royndirnar við sonevndum kontrolleraðum fjalla-spreingingum eru ov fáar, og tí er tað ikki snilt at spreingja fjallið
 
24.06.2017 - 15:35

Serfrøðingar mæla frá at spreingja fjallið burtur við Uumanaq-fjørðin, sum stendur til at leypa.

Tað sigur náttúru- og umhvørvismálaráðið í Grønlandi, sum saman við danska jarðfrøðisstovninum GEUS stendur fyri kanningunum av fjallasíðunum í økinum.

- Spreingingar fara at hava við sær ein ókendan og óforútsigiligan vanda fyri at ávirka onnur veik øki í fjallinum ella skapa nýggjar veikleikar, skrivar ráðið í eini fráboðan.

Serfrøðingarnir óttast fyri, at spreingingin elvir til nýggj óstøðug øki í fjallinum, sum kunnu flyta seg í fleiri ár eftir kontrolleraðu spreingingina. Við hesum kann ein spreinging gera støðuna verri heldur enn at bøta um stabilitetin í fjallinum, sigur náttúru og umhvørvismálaráðið.

Myndugleikarnir kanna nú møguleikarnar fyri einari ávarðingarskipan í økinum.

Tríggjar bygdir framvegis avbyrgdar

- Í øðrum londum hava tey royndir við ávaringarskipanum. Millum annað arbeiða vit við einari sms-ávaringarskipan, og vit vóna at kunna siga meira um tað næstu dagarnar, sigur Tine Pars, deildarstjóri í heilsumálaráðnum og limur í tilbúgvingarnevndini.

Tað var seinasta vikuskifti, at eitt omanlop í Uumanaq-fjørðinum elvdi til eina flóðaldu, sum skolaði inn yvir nakrar bygdir í økinum. Fýra fólk eru ikki afturíafturkomin, og myndugleikarnir boðaðu frá í vikuni, at tey helst eru deyð. Hini fólkini úr bygdunum eru flutt burtur til tryggari øki.

Sjóverjuskipið Vædderen hevur eftirlit við fjallinum, sum stendur til at leypa, og hendir nøkur rørsla har, verður fráboðað beinanvegin. Myndugleikarnir vilja hava størri vissu um stabilitetin í fjallinum, áðrenn fólk sleppa heimaftur.

Nakrar bygdir verða tó mettar at vera vandaleysar at vera í, boðaði polittið frá í tíðindaskrivi í gjárkvøldið. Men í trimum bygdum sleppa fólk ikki heim aftur enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. desember
Mono - fyrsta av trimum sendingum
202055
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983