Stovnar nýggjan flokk

Stovnar nýggjan flokk
Fyrrverandi landsstýrismaðurin í úttanríkismálum í Grønlandi, Vittus Qu-jau-kit-soq savnar undirskriftir til nýggjan flokk
 
30.09.2017 - 16:31

Vittus Qu-jau-kit-soq, sum hósdagin tók seg úr Siumut hósdagin er nú farin undir at stovna nýggjan flokk.

Fyrrverandi landsstýrismaðurin í úttanríkismálum í Grønlandi fer at stovna ein flokk, sum fer at stríðast fyri at loysa frá Danmark. Hann sigur seg sakna eina dagfesting fyri, nær Grønland verður sjálvstøðugt.

Tí fer hann at savna undirskriftir fyri at stovna nýggja flokkin.

Kravið er 942 undirskriftir. Hetta er ein 31. partur av øllum gyldigum atkvøðum á seinasta vali til landstingið.

Innsavningin byrjar í næstu viku, sigur Vittus Qu-jau-kit-soq við KNR.

Vittus Qu-jau-kitsoq hevur verið limur í Siumut í 28 ár. Orsøkin til at hann tók seg úr Siumut er, at hann vil meira á sjálvstýrisleið enn formaðurin í Siumut, Kim Kielsen, sum eisini er landsstýrisformaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847