Innbúgv og búnýti vorðið bíligari

Innbúgv og búnýti vorðið bíligari
Hagtøl frá Hagstovuni vísa, at umsetningurin á innbúgvi og búnýti er vaksin við 40 prosentum, og mongdin er vaksin við meiri enn einari helvt.
 
07.10.2017 - 12:03

Vit keypa munandi meira búnýti og innbúgv í dag enn fyri fimm árum síðani.

Men vørurnar, vit keypa, eru eisini munandi bíligari enn fyri fimm árum síðani.

Tí meðan tøl frá Hagstovuni vísa, at umsetningurin er vaksin við góðum 40 prosentum, so er mongdin vaksin við meir enn einari helvt.

Birgir Andreasen, nevndarformaður í Idé Møblum, kennir tølini aftur. "Hagtølini vísa, at prísirnir eru lækkaðir á innbúgv og búnýti. Orsøkin er, at kappingin er gróthørð, og vit eru fleiri stórir búnýtis- og innbúgvshandlar í Føroyum. Stór kapping er um kundarnar, og tí hava vit lækkað prísin á innbúgvi", sigur Birgir Anreasen.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025