Gevur meira á kontuna at leiga út eftir nýggjár

Gevur meira á kontuna at leiga út eftir nýggjár
Skattalógin verður broytt, so leiguinntøkur upp til 50.000 kr. verða skattafríar
Tey, sum leiga út til AirBnB, fáa ikki gleði av broytingini í skattalógini.
 
29.11.2017 - 08:10

Frá nýggjárinum verður hugaligari fíggjarliga at leiga bústað út, men bara, tá hann verður leigaður leingi til tann sama.

Ein samd Fíggjarnevnd tekur undir við uppskotinum hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um at hækka markið fyri skattafrælsi fyri leiguinntøku.

Nú eru tær fyrstu 24.000 kr. skattafríar. 1.januar verður markið hækkað upp í 50.000 kr. í leigu. 

Talan er um tó um langtíðarleigu. Ikki um leigu til eitt nú ferðafólk. 

Ikki til ferðafólk

Sambært Kristinu Háfoss hevur økta ferðavinnan lagt trýst á bústaðarmarknaðin. 

Tí er neyðugt at gera tað meira áhugavert hjá fólki at langtíðarleiga sínar bústaðir, heldur enn at bjóða teir fram til ferðavinnuna, sigur landsstýriskvinnan.

Útleigan til ferðafólk, so sum umvegis AirBnB, verður eftir hesum uppskoti ikki roknað sum útleigan til bústaðarendamál og kemur tí ikki undir hækkaða frádráttin.

Sambært Fíggjarmálaráðnum kostar hendan broytingin í skattalógini, at landið missir 1,7 mió. kr. í skatti og komunurnar 1,3 milliónir.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025