Danir fara at virða føroyskt viðhald í trætumáli

Danir fara at virða føroyskt viðhald í trætumáli
Danska stjórnin fer at lurta eftir nevnd, sum landsstýrið ikki vil hava, hóast heimildin er í heimastýrislógini
Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri, heldur fast um rættin hjá dønum at tulka føroysku uttanríkispolitisku heimildarlógina.
 
17.01.2018 - 07:15

Ger kompetansunevndin niðurstøðu til frama fyri Føroyar, fara danir sjálvandi at viðurkenna hana.

Men møguleikin at leggja ein spurning fyri nevndina broytir ikki tann veruleika, at danskir myndugleikar hava ábyrgdina av lógum, sum eru samtyktar í fólkatinginum, eisini, hvussu hesar lógir eiga at tulkast.

Tað sigur danski unntanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, í svari til Magna Arge, fólkatingsmann. 

Nú er høvið at brúka kompetansunevndina í heimastýrislógini fyri fyrstu ferð, sigur Magni Arge.

Tí so fæst at vita, hvat Hægstirættur heldur um uttanríkispolitisku lógina hjá Føroyum.  

Avtalan ella yvirlýsingin  í Útnorðri

Lív er framvegis í kjakinum um avtaluna, sum landsstýrini og stjórnin í Útnorðri gjørdu síðst í august í fjør. Og sum danska stjórnin hevur ógildað.

Anders Samuelsen sigur, at danskir myndugleikar tulka lógir, sum fólkatingið hevur samtykt.

Uttanríkispolitiska lógin hjá Føroyum er tó eisini samtykt í løgtinginum.  

Ein einvís donsk tulking er tí í ósamsvari við heimastýrislógina, sigur Magni Arge.

Hann vísir til kompetansunevndina, sum er eitt slag av gerðarrætti í heimastýrislógini.

Avgerðin hjá Hægstarætti 

Í lógini stendur, at eru partarnir, Føroyar og Danmark, ósamdir, skal ein kompetansunevnd setast.

Í henni skulu vera tvey umboð fyri landsstýrið, tvey fyri stjórnina og tríggir hægstarættardómarar. 

Eru umboðini hjá landsstýrinum og stjórnini ikki samd, skulu teir tríggir hægstarættardómararnir skera ígjøgnum. 

Ov lítil træta

Men líkt er til, at hetta málið fer ikki í nakra kompetansunevnd. 

Landsstýrið vil ikki. 

Hetta málið er ov lítið, segði Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, við Útvarpið herfyri.

Magni Arge heldur, at bara hóttanin um, at eitt mál endar í kompetansunevndini, kann fáa danir til at taka føroysk ynski um broytingar í størri álvara.

Kompetansunevndin í heimastýrislógini er ongantíð brúkt fyrr.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864