Nýggir flokkar bjóða seg fram í Grønlandi

Nýggir flokkar bjóða seg fram í Grønlandi
Landstingsval verður í Grønlandi í apríl, og tveir nýggir flokkar royna at savna neyðugu undirskriftirnar fyri at stilla upp
Fyrrverandi Siumut politikarin, Vittus Qujaukitsoq, savnar undirskriftir til nýggjan flokk
 
07.03.2018 - 07:16

Landstingsval verður í Grønlandi í apríl, og tveir nýggir flokkar royna at savna undirskriftir, so teir kunnu stilla upp. Annar flokkurin er tann hjá Vittus Qujaukitsoq. Hann var annars limur í Siumut, men varð koyrdur frá, sum landsstýrismaður í uttanríkismálum, og fór úr flokkinum. Vittus Qujaukitsoq sigur við KNR, at tey eru úti og savna seinastu undirskriftirnar í bygdnum og býum í Grønalandi.

Ein flokkur skal hava 942 undirskriftir, fyri at stilla upp. Hesar skulu verða latnar inn í seinasta lagi fimm vikur undan vali, sigur KNR.

Enn er ógreitt, um valið verður 17. ella 24. apríl. Men um valið verður 17, so er freistin at lata undirskriftir inn týsdagin.

Kim Kielsen, landsstýrisformaður, boðaði fyrradagin frá, at val skuldi vera. Men skipanin í Grønlandi er so, at tað er landstingið, ið skrivar út val.

Landsstingið hevur tingfund týsdagin, og tá er eitt mál á skránni, nevniliga áseting av valdegnum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532