Ísrael 70 ár

Ísrael 70 ár
Í dag eru liðin 70 ár, síðani ríkið Ísrael varð stovnað, og samstundis flytur amerikanska sendistovan í Telaviv til Jerusalem.
 
14.05.2018 - 08:24

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at halda sjónvarpsrøðu fyri 800 innbodnum gestum, og tá hátíðarhaldið er, fer USA at viðurkenna Jerusalem sum ísraelskan høvuðsstað - býin, sum kristin, muslimar og jødar hava stríðst um í meira enn túsund ár.

Jerusalem hevur í áratíggju verið miðdepil í stríðnum millum Ísrael og palestinarar.

Trump viðurkennir Jerusalem

Higartil hevur Jerusalem verið býttur millum Ísrael og palestinska sjálvstýrið, men í desember í fjør avgjørdi Donald Trump at flyta amerikansku sendistovuna úr Telaviv til Jerusalem, samstundis sum USA fór at viðurkenna Jerusalem sum ísraelskan høvuðsstað.

Altjóða samfelagið við ST á odda sigur, at støðan hjá Jerusalem skal avgerast við samráðingum millum partarnar, og onnur lond hava tí havt sínar sendistovur í Telaviv. 

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, er fegin um avgerðina hjá Trump at viðurkenna Jerusalem sum ísraelskan høvuðsstað.

- Jerusalem hevur verið høvuðsstaður hjá jødiska fólkinum í meira enn 3.000 ár, og hann hevur verið ísraelskur høvuðsstaður í 70 ár. 

Vit eru sera takksom fyri djørvu og røttu avgerðina, sum amerikanski forsetin hevur tikið, sigur Netanyahu.

Provokasjón móti Palestina

Forsetin í palestinsku sjálvstýrisøkjunum, Mahmoud Abbas, sigur, at avgerðin hjá USA at flyta sendistovuna til Jerusalem er ein provokasjón móti palestinska fólkinum.

- Amerikanska stjórnin brýtur allar altjóða yvirlýsingar og avtalur, sigur Abbas. 

Samráðingarleiðarin hjá PLO, Saeb Erekat, hevur heitt á diplomatar í øllum londum um at boykotta hátíðarhaldið á amerikansku sendistovuni í Jerusalem í dag.

Og leiðarin í Hamas-rørlsuni, Yahya Sinwar, hevur gjørt greitt, at fleiri hundrað túsund palestinar fara at ganga kravgongu úr Gaza til Jerusalem. 

Føðingardagshald á Vaglinum

70 ára føðingardagurin hjá Ísrael verður eisini hildin í Føroyum.

Í kvøld klokkan hálvgum seks verður skipað fyri tiltaki á Vaglinum í Havn.

Svenning av Lofti og ísraelsmaðurin, Avi Lipkin, fara at halda røðu, og sangur verður eisini á skránni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201