Forða yvirgangsálopi í Fraklandi

Forða yvirgangsálopi í Fraklandi
Fronsku myndugleikarnir forðaðu í gjár yvirgangsálopi í Fraklandi, og tveir brøður eru handtiknir, upplýsir innanríkisráðharrin, Gérard Collomb
 
19.05.2018 - 09:26

- Tað snýr seg um tveir ungar menn av egyptiskum uppruna, sum fyrireikaðu eitt álop, - annaðhvørt við spreingievnum ella við ricin, sum er sera sterkt eiturevni, sigur Collomb við BMR-sjónvarpsstøðina.

Handtøkan er bert eina viku eftir, at ein maður varð dripin og fýra fingu skaða í kníválopi í Paris seinasta leygardag. Maðurin, sum hildið verður er gerningsmaðurin, var ættaður úr Tjetjenia, og løgreglan drap hann.

Í gjár handtók franska løgreglan tvær kvinnur, sum hava tætt sambandi við gerningsmannin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483