Australskur erkibiskupur vardi pedofilimál

Australskur erkibiskupur vardi pedofilimál
Australski erkibiskupurin, Philip Wilson, er dømdur sekur fyri at hava vart kynsligan ágang móti børnum
Erkabiskupurin, Philip Wilson, fór ongantíð víðari við málinum um ein misbrúktan drong.
Mynd: reuters  
 
22.05.2018 - 11:24

Ákærurnar eru um, at erkibiskupurin hevur vart ágang, sum presturin, Jim Fletcher, framdi móti einum dreingi í sjeytiárunum.

Løgfrøðilig starvsfólk hjá erkibiskupinum hava fleiri ferðir roynt at fáa ákæruvaldið at sleppa málinum, tí hann er dementur, og tí eigur at sleppa undan rættarsókn.

Philip Wilson er kortini framvegis erkibiskupur.

Tíðindastovurnar skriva, at hann kann vænta at fáa tvey ára fongsulsrevsing, men revsingin er ikki ásett enn.

Misbrúkti drongurin vitnaði í málinum. Hann greiddi frá, Jim Fletcher hevði misbrúkt seg kynsliga, og at hann hevði boðað Philip Wilson frá tí. 

Men Wilson fór ongantíð víðari við málinum.

Ákærurnar móti Philip Wilson eru partur av einari samskipaðari kanning av skuldsetingum um kynsligan ágang móti børnum í katólsku kirkjuni, sum byrjaði í 2010.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037