Næraberg tikin fyri at blaka fisk útaftur

Næraberg tikin fyri at blaka fisk útaftur
Tá uppsjóvarskipið Næraberg kom á Fuglafjørð um seks tíðina í gjárkvøldi, stóðu politiið og fólk frá Vørn fyri skipinum
Næraberg tikin fyri at blaka fisk aftur í havið
Mynd: savn  
 
15.07.2018 - 10:12

Eygleiðari frá Vørn hevur verið umborð á Nærabergi síðsta túrin, meðan skipið hevur roynt eftir svartkjafti. Á túrinum staðfesti eygleiðarin, at fiskur varð blakaður aftur í havið.

Talan er millum annað um sonevndan "skaddan fisk", tað er fiskur sum er farin ov illa í trolinum, at hann kann brúkast. Sambært Vørn gjørdi eygleiðarin varug við beinanvegin, at tað er ikki loyvi at blaka fisk aftur í havið. Men hóast boðini frá eygleiðaranum helt útblakingin fram. Vakthavandi hjá Vørn dugir í morgun ikki at siga, hvussu stórar nøgdir talan er um.

Tá Næraberg kom á Fuglafjørð í gjárkvøldi tosaði løgreglan og fólk frá Vørn við skiparan og nakrar av manningini. Reiðaríið hevur fingið eitt sektaruppskot, sum er 1,550.000 krónur . Sambært vakthavandi á politistøðini hevur reiðaríið enn ikki góðtikið sektaruppskotið.

Næraberg skuldi bunkra í Fuglafirði, áðrenn skipið skuldi landa í Kollafirði. Vørn hevur javnan eygleiðarar umborð á fiskiskipum, men hetta var fyrsti túrurin, at eygleiðari var umborð á Nærabergi. Vørn hevur nú latið málið um Næraberg víðari til løgregluna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938