Cliff Richard vinnur sakarmál

Cliff Richard vinnur sakarmál
Bretska kringvarpið er dømt at gjalda heimskenda sangaranum, Cliff Richard, 260.000 dollarar, tí sjónvarpsrásin gjørdi seg inn á privatlív hansara.
 
18.07.2018 - 15:46

Bretska kringvarpið er dømt at gjalda heimskenda sangaranum, Cliff Richard, 260.000 dollarar, tí sjónvarpsrásin sendi frá eini húsarannsókn í heimi hansara í 2014.

Málið endaði í hægstarætti, sum hevur dømt BBC at gjalda 260.000 dollarar í endurgjaldi, skrivar AP.

Rætturin sigur, at BBC, við at senda videomyndir frá húsarannsóknini, gjørdi seg inn á privatlívið hjá Cliff Richard.

Løgreglan gjørdi húsarannsókn heima hjá Cliff Richard, tí hann var undir illgruna fyri kynslig lógarbrot, men eftir húsarannsóknina kom løgreglan til ta niðurstøðu, at prógv vóru ikki fyri, at Cliff Richard kundi skuldsetast.

Cliff Richard var burturstaddur, tá politiið gjørdi húsarannsókn í august 2014. BBC fekk eitt prei um húsarannsóknina, og filmaði hana úr einari tyrlu, tá løgreglan fór inn í húsini.

BBC hevur seinni biðið Cliff Richard um umbering, men bretska kringvarpið stendur við avgerðina um at filma frá húsarannsóknini.

Eisini løgreglan í South Yorkshire hevur biðið sangaran um umbering, skrivar AP.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532