Álopsmaðurin kom frá Algir

Álopsmaðurin kom frá Algir
Maðurin, sum í morgun leyp á fleiri løgreglufólk á eini katalanskari løgreglustøð í Barcelona, er helst úr Algir, sigur løgreglan nú.
Løgreglumenn standa uttan fyri bygningin, har væntaði álopsmaðurin býr.
Mynd: AP News  
 
20.08.2018 - 12:40

Maðurin, sum í morgun leyp á fleiri løgreglufólk á eini katalanskari løgreglustøð Barcelona, er helst úr Algir, men hevði spanska konu og hevur búð í býnum Cornellá de Llobregat sunnanfyri Barcelona í fleiri ár.

Hann er 29 ára gamal og er ikki kendur av løgregluni áðrenn. 

Løgreglan skeyt og drap mannin, sum slapp sær inn á politistøðina gjøgnum vitjanardeildina og leyp á fleiri løgreglufólk við knívi.

Eingin ivi er um, at ætlanin var at skaða løgreglufólk sambært katalansku løgregluni í Barcelona, sum á Twitter boðaði frá, at maðurin varð skotin og dripin tíðliga í morgun.

Sambært tíðindastovuni AFP rópti maðurin Allahu Akbar, tá hann leyp á.

Løgreglan hevur ikki sagt nógv um hendingina í morgun, men gjørdi húsarannsókn heima hjá honum fyrr í dag. 

Sponsku myndugleikarnir vilja ikki gita um, hvat liggur aftanfyri álopið

- Vit kanna hvat hendi í morgun, so vit kunnu staðfesta akkurát hvat hendi og orsøkina til álopið, sigur skrivaði løgreglan á Twitter fyrrapartin. 

Álopið á politistøðina er tríggjar dagar eftir ársdagin fyri at ein lastbilur koyrdi inn í eina mannamúgvu á kendu handilsgøtuni "La Rambla!, sum liggur mitt í Barcelona. 

16 fólk doyðu og yvir 100 vórðu særd tá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juli
Morgunlestur mánadagur 29. juli 2024
178451
Sunnudag 28. juli
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
178589
Sunnudag 28. juli
Tað er einaferð um árið
178584
Sunnudag 28. juli
Radio Stjernekilde (6:11)
178579
Sunnudag 28. juli
Ólavsøkuaftan: Til Havnar vit fara...
178441
Nýggjastu sendingar í SV