Pávin skammast av siðabrotsverkum ímóti børnum

Pávin skammast av siðabrotsverkum ímóti børnum
Á vitjan síni í Írlandi hevur Frans pávi sagt seg harmast um, at katólskir prestar kynsliga hava gjørt seg inn á børn.
Mynd: savnsmynd  
 
26.08.2018 - 11:09

Frans pávi vitjar í Írlandi, og hevur sagt seg skammast av, at katólska kirkjan har ikki hevur verið før fyri at gera upp við teir prestar, sum hava framt ótespilig siðabrotsverk.

Orð pávans eru tey somu, sum standa í einum brævi, ið hann sendi heimsins katolikkum fyri nøkrum døgum síðani.

"Sleppið tykkum av við seku prestarnar"

Undan vitjanini er írski forsætisráðharrin, Leo Varadkar, komin við eini staðiligari áheitan á pávan um at taka tey stig, ið neyðugt eru fyri at sleppa katólsku kirkjuni av við teir prestar, sum hava gjørt seg inn á børn - og sum dylja tað.

Pávin sjálvur hevur á ferð síni í Írlandi hitt fólk, sum hava verið fyri siðamisbroti, ið prestar framdu, meðan tey vóru børn.

Frans Pávi er komin til Írlands á katólska heimsfundin fyri familjur, sum verður hildin triðja hvørt ár. Seinnapartin eru hálv millión fólk væntanadi til seinastu messu pávans í Dublin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158