Tað stendur á jøvnum í Svøríki

Tað stendur á jøvnum í Svøríki
Alt bendir á at tætt er millum borgarliga vongin og vinstra vongin eftir Ríkisdagsvalið í Svøríki í gjár. 
 
10.09.2018 - 06:38

Sambært svenska kringvarpinum SVT, so er tað bara ein sessur í Ríkisdegnum á muni. Men enn er endaliga úrslitið ikki greitt.

Svenski Javnaðarflokkurin hevur fingið 28,4 prosent av atkvøðunum, tað er ein afturgongd á umleið 2,8 prosent. Moderatarna, sum eru næststórsti flokkur, hava fingið 19,8 prosent, sum er ein afturgongd á 3,5 prosent. Sverigesdemokratarnar er triðstórsti flokkur, og hava fingið 17,6 prosent av atkvøðunum, sum er ein framgongd á 4,7 prosent.

Tað skulu 175 sessir fyri at hava meirluta í svenska Ríkisdegnum, sum hevur 349 sessir tilsaman.

Tí kunnu Sverigesdemokratarnir gerast avgerðandi fyri hvør skal skipa stjórn.

Enn er endaliga úrslitið ikki greitt av valinum, tí enn mangla onkur valstøð at verða tald upp.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844