Amerikanskar fyritøkur flyta virksemið úr Kina

Amerikanskar fyritøkur flyta virksemið úr Kina
Handilskríggið ímillum USA og Kina hevur tikið dik á seg. Fleiri stórar fyritøkur umhugsa at flyta sítt virksemi ella part av virkseminum úr Kina.
 
30.09.2018 - 10:24

Fyritøkurnar eru samstundis farnar undir at kanna, hvagar virksemið kann flytast. Talan er í stóran mun um amerikanskar fyritøkur, sum hava havt góð gróðrarlíkindi í Kina.

Men nú tollur er lagdur á teirra vørur í USA, er ikki longur so áhugavert at arbeiða í Kina.

Talan er fyrst og fremst um fyritøkur, sum gera tekniskar lutir, og tær hava ofta virksemi í fleiri londum. Tí umrøða tær nú, hvagar best er at flyta virksemið.

Handilskríggið ímillum USA og Kina byrjaði í mars, tá Donald TRump, forseti gjørdi av at leggja toll á stál og aluminium úr Kina.

Serfrøðingar siga støðuna ikki vera batnaða, heldur tvøturímóti, so tykist stríðið at verða harðnað.

Fleiri fyritøkur hava sagt, at tað er so kostnaðarmikið at flyta virksemið úr Kina, at tað helst verður dýrari at keypa vørurnar.

Fyritøkurnar siga seg vænta og vóna, at ein loysn verður funnin á handilsósemjuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523