Kristin lagt fram uppskot um berghol til Fámjin

Kristin lagt fram uppskot um berghol til Fámjin
Men hann er ikki einsamallur, Kristin Michelsen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin hevur saman við umboðum úr andstøðuni lagt fram uppskotið
 
03.10.2018 - 16:51

Uppskotið loyvir landsstýrismanninum í samferðslumálum at skipa fyri, at nýggjur tunnil við tilhoyrandi vegum verður gjørdur úr Øðravík til Fámjins.

Talan er um politiskt stríðsmál, sum fyrradagin kostaði Henriki Old sessin sum landsstýrismaður, tí løgmaður og hansara partur av samgonguni vilja hava Fámjinstunnilin at bíða, til tunnil til Dals er boraður.

Umframt Kristin Michelsen, eru Jenis av Rana, Bill Justinussen, Jacob Vestergaard, Kári P. Højgaard, Magni Laksáfoss og Kaj Leo Holm Johannesen uppskotsstillaðar.

Í uppskotinum stendur eisini, at byggiútreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi verða 60 mió. kr.

Aksel V. Johannesen, løgmaður gjørdi annars púra greitt fyrradagin, at ganga samgongutinglimir egna leið og samtykkja uppskot við andstøðuni, sum kosta pengar, ja, so er eingin samgonga meira.

Løgmaður segði soleiðis mánadagin: 

- Hvis tað er soleiðis, at andstøðuuppskot verða samtykt uttanum samgonguna, sum hava stóran týdning og kosta nógvar pengar, so hava vit sjálvandi ikki eina samgongu meira, og tí ber ikki til at halda fram, soleiðis sum man hevur gjørt higartil.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595