Evropearar fáa ikki betri sømdir eftir Brexit

Evropearar fáa ikki betri sømdir eftir Brexit
Theresa May sigur, at at fólk úr ES ikki fáa betri sømdir í Bretlandi, enn fólk úr øðrum londum fáa.
 
05.10.2018 - 11:07

Fólk úr ES fáa ikki betri sømdir í Bretlandi eftir brexit, enn fólk úr øðrum londum fáa.

Tað hevur bretski forsætisráðharrin, Theresa May, almannakunngjørt á floksfundinum hjá Konservativa Flokkinum.

- Bretland fer í framtíðini at leggja dent á at fáa fólk til landið, sum eru væl útbúgvin, og uttan mun til hvaðani tey koma, sigur May.

Hon sigur seg seinni í ár fara at leggja eitt uppskot fyri parlamentið, sum skal seta ætlanina í verk.

Samstundis verður frælsa flytingin, sum hevur verið galdandi í ES, sett úr gildi, sigur hon.

Og tað verður fyrstu ferð í nógv áratíggju, at Bretland sjálvt kann gera av, hvørji fólk koma til landið.

Væntandi fer uppskotið samstundis at skerja møguleikan hjá fólki at koma til Bretlands, tí landið ynskir at avmarka talið av fremmandum fólkum í landinum.

Brexitráðharrin, Dominic Raab, gjørdi samstundis greitt, at at bretski viljin til at finna semju, er avmarkaður.

Vil ES bert gera eina avtalu, sum avmarkar sjálvstýrið hjá Bretlandi, so fara vit úr ES, uttan at nøkur avtala verður gjørd, segði hann.

- Vit ynskja eina avtalu, men kann hon ikki gerast veruleiki, so verður tað so, segði brexitráðharrin.

Bretland fer úr ES 29. mars næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590