Ósemja um írska markið

Ósemja um írska markið
Arbeiðið hjá bretsku stjórnini at fara úr ES, hevur fingið enn eitt skot fyri bógvin.
 
15.10.2018 - 09:36

Seinasta samráðingar umfarið millum Bretland og ES endaði í gjár.     

Stóri knútutin, sum partarnir í løtuni royna at loysa, er markið millum Írland og Norður Írland. Um Bretland fer úr ES uttan at hava fingið eina avtalu í lag fyrst, kemur markið millum Írland og Norður Írland í gildið aftur, og tí støðuni vilja allir partar sleppa undan.

Trupulleikin er, at Bretland og ES eru ikki samd um, hvussu málið skal loysast.

ES hevur skotið upp, at einans Norður Írland av teimum bretsku londunum framvegis verður verandi í tollsamstarvinum og felags marknaðinum og við tí kunna halda fram at hava eitt opið mark við Írland.

Bretland hevur ikki góðtikið uppskotið, tí tey bera banga fyri, at um tað verða ólíkar skipanir nýttar innan bretska ríkið, í mun til samstarvið við ES, kann tað hava óhepnar politiskar fylgjur við sær í bretska politikkinum.

Tað er umráðandi at fáa avtaluna um írska markið gjørda, tí ES hevur fleiri ferðir sagt, at tað er ein fortreyt fyri, at tey vilja fara undir veruligar samráðingar við Bretland um at fara úr ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585