G7 krevur svar um Khashoggi

G7 krevur svar um Khashoggi
Uttanríkisráðharrarnir í sonevndu G7 londunum krevja nú, at málið um horvna Jamal Khashoggi verður kannað gjølla.
 
17.10.2018 - 09:21

Uttanríkisráðharrarnir í sonevndu G7 londunum krevja nú, at málið um horvna, saudiarabiska tíðindamannin, Jamal Khashoggi, sum hvarv í Turkalandi fyri tveimum vikum síðan, verður kannað gjølla.

Í eini felags fráboðan siga ráðharrarnir, at tey vænta, at Saudi Arabia ger eina neyva, álítandi, opna og skjóta kanning av málinum. Tey siga í sama viðfeingi, at tey vilja verja talufrælsið og fjølmiðlafrælsið.

Jamal Khashoggi hvarv eftir at hann fór á saudiarabisku sendistovuna í Turkalandi fyri tveimum vikum síðan.

Khashoggi flýddi úr Saudiarabia til Turkalands fyri at fáa frið at skriva atfinningarsamar greinar um saudiarabiska kongshúsið.

Illgruni er um, at Kashoggi er myrdur í eini avhoyring, sum gekk harðliga fyri seg. Bæði turkiskar og amerikanskar fregnartænastukeldur siga seg hava prógv fyri, at Kashoggi er myrdur. Hetta er tó ikki váttað.

Tilburðurin hevur sett sambandið millum Saudi Arabia og samstarvslondini í vesturheiminum undir trýst.

G7 londini eru Kanada, Frakland, Týskland, Italia, Japan, Bretland og ES. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026