- Brexit ger bæði Bretland og ES veikari

- Brexit ger bæði Bretland og ES veikari
Fyrrverandi konservativi forsætisráðharrin í Bretlandi, John Major, sigur, at avgerðin at fara úr ES var eitt øgiligt mistak.
 
17.10.2018 - 18:38

- Einki slag av Brexit kann nær námind lúka tey lyfti, sum Brexit-stríðsfólkini komu við undan fólkaatkvøðuni: Lyftini vóru atkvøðu-dragandi gykl, ikki ordiligur politikkur.

Tað sigur fyrrverandi konservativi forsætisráðharrin í Bretlandi, John Major, nú tíðin rennur úr tímaglasinum í tingingunum millum ES og Bretland um skilnaðin.

Í fyrilestri í London í gjár hartaði og ávaraði John Major tey, sum upp undir fólkaatkvøðuna sannførdu bretsku veljararnar um at atkvøða fyri loysing frá ES.

- Tit fara hvørki at vera gloymd ella fyrigivin, segði Major.

Hann kallaði avgerðina um at fara úr ES fyri eitt "øgiligt mistak", og ruðuleikin fer at gera bæði Bretland og ES veikari.

- Brexit fer at skaða okkara nationala og persónliga ríkidømi og kann á ringasta hátt hótta okkara trygd. Brexit kann enntá, sum frálíður, skræða okkara Sameinda Kongsríki sundur. Og Brexit fer púra víst at avmarka útlitini fyri okkara ungdóm, sigur fyrrverandi konservativi forsætisráðharrin.

John Major, sum var ráðharri í stjórnini hjá Margareth Thatcher og sjálvur sat sum forsætisráðharri frá 1990 til 1997, finst eisini hvassliga at eitt nú Boris Johnson og David Davis, sum hann sigur við beráddum huga undirgrava bretska stjórnarleiðaran, Theresu May, bara fyri sjálvir at sleppa framat.

- Heilsuverkið í Bretlandi vildi verið eins trygt í hondunum á Johnson og teimum sum ein hamstari hjá eini svangari pyton-slangu, segði John Major og minti á, at Brexit-stríðsfólkini lovaðu fólki, at heilsuverkið fór at fáa 350 milliónir pund um vikuna, um bara Bretland vildi loysa frá ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377