ES tilreiðar at leingja Brexit-freistina

ES tilreiðar at leingja Brexit-freistina
Eingin loysn er enn fingin á ivamálinum um markið millum Norðurírland og Írland í tingingunum um Brexit.
 
19.10.2018 - 10:10

Nú verður tosað um at leingja skiftistíðina eftir Brexit, um Bretland vil hava tað.

Galdandi skiftistíðin er tilsamans 21 mánaðir, og hon skal brúkast til at fáa skipaði viðurskifti millum ES og Bretland eftir 29. mars næsta ár.

Men nú naggatódn er í tingingunum, og eingin avtala enn er gjørd, so hevur Theresa May, forsætisráðharri skotið upp at leingja skiftistíðina nakrar mánaðir.

Seinnapartin í gjár segði Theresa May við BBC, at hon kortini ikki væntar, at tað verður neyðugt at brúka eykatíðina.

Eftir ætlan fer Bretland úr ES 29. mars næsta ár. Og skiftistíðin eftir tað er ætlað sum fyrireiking til nýggja sambandið, sum skal valda millum ES og Bretland í komandi tíðum. 

Í sjálvari skiftistíðini, sum gongur út 31. desember 2020, fara viðurskifti Bretlands við ES sum heild at vera óbroytt.

Men nú verður altso tosað um at leingja skiftistíðina nakrar mánaðir, og formaðurin í ES-ráðnum, Donald Tusk, segði eftir fundin í Brússel í gjár, at hann er sinnaður at leingja tíðarskeiðið:

- Um Bretland heldur, at longd skiftistíð fer at hjálpa í royndunum at fáa eina avtalu í lag, so eri eg vísur í, at ES-leiðararnir eru sinnaðir at umhugsa tað, segði Tusk sambært BBC.

Jean Claude-Junker, formaður í ES-Nevndini sigur tað sama, at ein longri skiftistíð "helst verður veruleiki".

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862