Norra biður um stuðul at basa fiskivinnubrotsverk

Norra biður um stuðul at basa fiskivinnubrotsverk
Norski fiskimálaráðharrin biður nú Kyrrahavslond um at stuðla í stríðnum móti skipaðum ólógligum fiskiskapi
 
31.10.2018 - 15:55

Harald Nesvik er á ráðstevnuni Our Ocean í Bali, og har var hansara boðskapur, at smáu oyggjasamfeløgini við stórum sjóøki eru sera viðkvom fyri skipaðum fiskivinnukriminaliteti.

- Havið er týðandi kelda til mat, arbeiðspláss og vælferð í Noregi, og tí er stríðið móti brotsverkum í fiskivinnuni so umráðandi fyri Noreg, segði Harald T. Nesvik sambært heimasíðuni hjá norska fiskimálaráðnum. Hann bjóðaði á ráðstevnuni ráðharrunum í Kyrrahavinum at samstarva um átakið.

Føroyar eru eisini við í hesum nýggja samstarvinum um at beina fyri ólógligari fiskiveiðu, og samstarvsavtala er gjørd.

Umframt Noreg og Føroyar eru Indonesia, Sri Lanka, Namibia, Gana, Sálomonsoyggar, Palau og Kiribati við í átakinum.

Sambært norska Fiskimálaráðnum er fimti hvør fiskur fiskaður ólógliga. Fiskað verður ólógliga fyri yvir 150 milliardir krónur um árið.

Serliga menningarlond kenna sviðan fiskivinnukriminalitetinum.

Harald T. Nesvik, fiskimálaráðharri sigur, at nú vil Noreg hava ST og lond í øllum heiminum við í stríðið móti skipaðum ólógligum fiskiskapi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037