Fólkaatkvøða í Ný Kaledonia í morgin

Fólkaatkvøða í Ný Kaledonia í morgin
Hóast upprunafólkið hevur verið kúgað, rokna tey flestu við, at úrslitið verður nei takk til loysing í morgin
 
03.11.2018 - 12:18

Í oyggjabólkinum Ný Kaledonia verður fólkaatkvøða í morgin um at loysa frá Fraklandi.

Summi óttast fyri, at fólkaatkvøðan fer at skræða sárini upp aftur frá stríðnum millum upprunafólkið, sum kallast kanakkar, og so tey hvítu, sum gjøgnum tíðirnar eru flutt til Ný Kaledonia.

Upprunafólkini hava verið kúgað í nógv áratíggju. Til dømis hevur Frakland hevur lagt hald á lendi hjá teimum, og avmarkingar vóru settar fyri, hvussu nógv tey kundu vera saman við teimum hvítu.

Fyri 30 árum síðan var blóðugt stríð millum franskar hernaðardeildir og teir loysingarsinnaðu partarnar av upprunafólkinum. Yvir 70 fólk lótu lív í bardøgunum. 

Hóast tað hevur verið rokaligt, so meta tey flestu, at ný kaledonar fara at siga nei takk til loysing í morgin. Hetta er tí at upprunafólki er minni enn helmingurin av fólkatalinum, og tí at landið fær 9,7 milliardir krónur í ríkisveiting árliga.

Meiningarkanningar vísa, at 60-69 prosent fara at atkvøða ímóti fullveldi.

Ný Kaledonia liggur eystan fyri Avstralia og norðan fyri Ný Sæland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037