Svøríki: Sjey ára fongsul fyri at hótta ráðharrar

Svøríki: Sjey ára fongsul fyri at hótta ráðharrar
Ein svenskur maður er dømdur sjey ára fongsul fyri at hava sent brøv við deyðshóttanum og pulvuri í til 21 svenskarar.
Maðurin hevði millum annað sent deyðshóttanir til Stefan Løfven.
 
09.11.2018 - 12:04

Ein svenskur maður er dømdur sjey ára fongsulsrevsing fyri at hava sent brøv við deyðshóttanum og pulvuri í til 21 svenskar ráðharrar, aðrar politikarar og kend fólk.

SVT skrivar, at maðurin varð ákærdur fyri 25 tilburðir av grovum hóttanum, ein tilburð av hóttan og fyri at hava roynt at dripið fýra fólk.

Hann fekk dóm fyri drápsroynd og 20 hóttanir, umframt brot á rúsevnislógina. 

Millum tey, sum fingu pulvur og drápshóttan, eru Isabella Løvin, Stefan Løfven og Magdalena Andersson. Flestu av teimum 26, sum hava fingið líknandi brøv, hava verið ráðharrar í reyð/grønu stjórnini í Svøríki. Men hóttanarbrævið til Stefan Løfven, forsætisráðharra gav ikki dóm, tí hann letur ikki sjálvur sín post upp, skrivar almenna svenska kringvarpið.

Morðroyndin snýr seg um eina brævbumbu, sum varð send til eina fyritøku í Stórabretlandi. Men bumban brast ikki.

Maðurin er mentalkannaður og er egnaður til fongsulsrevsingina, sum altso bleiv sjey ár, skrivar SVT.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232