- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minnast endan á fyrra heimsbardaga í París

Í dag eru 100 ár liðin síðani fyrri heimsbardagi endaði. Tað verður hildið í París, har umleið 70 ríkisleiðarir og umboð fyri 98 lond luttaka í hátíðarhaldi, sum franski forsetin, Emmanuel MAcron, er vertur fyri.
Millum gestirnar eru amerikanski forsetin, Donald Trump, russiski forsetin, Vladimir Putin, turkiski forsetin, Erdogan, og kanadiski Justin Trudeau.
Eisini danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, verður til staðar. 100 ára dagurin fyri endan á fyrra heimsbardaga verður hildin um allan heimin.
Klokkurnar ringja í Danmark
Í Danmark skuldu kirkjuklokkurnar ringja klokkan 11 tí vápnahvíldin byrjaði klokkan 11 tann 11. november í 1918.
Í Avstralska býnum Adeleide fullu 1000 tals valumúur ella dreymsóljur frá einum flogfari, sum fleyg yvir býnum í gjár, og í Canberra minti avstralski forsetin, Scott Morrison, á týdningin av, at vit læra av søguni.
Minst 16 milliónir fólk lótu lív í fyrra heimsbardaga, sum vardi frá 1914 til 1918.

























