ES-leiðarar samtykt Brexit-avtalu

ES-leiðarar samtykt Brexit-avtalu
Avtalan um skilnaðin millum ES og Bretlandi er samtykt av teimum 27 stjórnarleiðarunum í ES.
 
25.11.2018 - 10:12

Lagnan hjá Brexit liggur nú aftur í føvninginum hjá bretum, tí allir teir 27 ES-leiðararnir hava góðkent Brexit-avtaluna, sum ES og Bretland hava samráðst seg til. Nú er tað upp til bretska parlamentið at samtykkja avtaluna. 

Hetta kunnger ES-forsetin, Donald Tusk, á Twitter, sambært BBC. 

Spanska stjórnin hevði onkur ivamál um støðuna hjá Gibraltar eftir Brexit, men hesi ivamál eru fingin av vegnum. 

 

Ljós framtíð

"Bretland hevur ljósa framtíð við sameining og nýskapan."

Tað lovar bretski forsætisráðharrin, Theresa May, í einum brævi til bretska fólkið í dag í sambandi við, at ES-leiðararnir skuldu taka støðu til Brexit. 

Í brævinum, sum er almannakunngjørt í flestu av stóru bløðunum í Bretlandi, tvíheldur Theresea May um, at talan er um eina góða avtalu, og heitir á fólkið um at taka undir við henni.

Sum støðan er í Bretlandi í løtuni, so er líkt til, at mótstøðan ímóti avtaluni er stór í parlamentinum, og tað kann gera tað torført hjá Theresu May at fáa neyðuga meirilutan. M.a. hava tríggir andstøðuflokkar boðað frá, at teir fara at atkvøða ímóti avtaluni. Eisini eru fleiri av tinglimunum hjá konservativa flokkinu ímóti avtaluni, og tí er ógreitt, hvat úrslitið verður.

Ikki fyrr enn sjálv høvuðsavtalan er góðkend, fara ES og Bretland at samráðast um framtíðar samstarvið, og eftir ætlan fer Bretland úr ES seinast í mars næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786