Kina krevur fíggjarstjóran leyslatnan

Kina krevur fíggjarstjóran leyslatnan
Kinesiskir myndugleikar vilja hava, at Meng Wanzhou, fíggjarstjóri í Huawei, sum varð handtikin í Kanada fyri stuttum, verður leyslatin.
 
11.12.2018 - 10:25

Amerikanski sendiharrin í Kina er boðsendur í uttanríkisráðið í Beijing at taka ímóti einum mótmæli ímóti, at fíggjarstjórin í kinesiska telerisanum, Huawei, er handtikin í Kanada.

Kravið er, at Meng Wanzhou, fíggjarstjóri, verður útflýggjað USA. 

Meng, sum er dóttir stovnaran av Huawei, varð handtikin 1. desember í Vancouver í Kanada.

Hon kom fyri rættin fríggjadagin, tí ætlanin var at útflýggja hana til USA, men viðgerðin av amerikansku áheitanini varð útsett til í gjár.

Kina krevur, at USA tekur boðini um handtøkuna aftur í stundini, skrivar kinesiska tíðindastovan, Xinhua.

Leygardagin varð kanadiski sendiharrin í Kina, John McCallum, boðsendur til fundar í kinesiska uttanríkisráðnum.

Hann fekk at vita, at tað fær álvarsamar avleiðingar, verður Meng ikki latin leys.

Málið um fíggjarstjóran í Huawei sáar iva um, um vápnahvíldin í handilskrígnum millum USA og Kina fer at halda. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532