May fekk onga hjálp úr Brússel

May fekk onga hjálp úr Brússel
Ongar nýggjar samráðingar vera um Brexit-avtaluna, sum ES og bretska stjórnin gjørdu í november.
 
14.12.2018 - 11:28

So leingi sum Theresa May, forsætisráðharri, ikki veit, hvat skal til fyri at fáa parlamentið at góðkenna avtaluna, er eingin hjálp at heinta frá hinum 27 ES londunum. Tað vóru boðini eftir toppfundin í Bruxelles í gjár, har brexit eisini var á skránni.

Theresa May vann eina misálítisatkvøðugreiðslu mikudagin. Tað hendi, eftir at hon hevði útsett atkvøðugreiðsluna um Brexit í parlamentinum í óásetta tíð.

Mett verður, at ein triðingur av tinglimunum í hennara egna flokki ynskja hana, har piparið grør, og siga seg ikki fara at atkvøða fyri avtaluni.

Theresa May hevur lovað, at atkvøðugreiðslan verður í parlamentinum áðrenn 21. januar.

Hon hevur samstundis boðað frá, at hon ikki fer at standa á odda fyri Konservativa flokkinum á næsta parlamentsvali, sum verður í 2022.

Theresa May var við á fyrsta partinum av toppfundinum í Brússel, men tá hon var farin, umrøddu hini 27 londini Brexit-avtaluna. Eftir fundin boðaði formaðurin Í ES nevndini, Jean-Claude Juncker, frá, at ongar nýggjar tingingar vera um avtaluna, men at pláss er fyri at snøgga hana til.

Eingin veit framvegis, hvat hendir, og ES er farið at fyrireika seg til til, at bretar fara úr samveldinum, uttan at nøkur avtala er góðkend. ES-nevndin hevur boðað frá, at hon 19. desember fer at almannakunngera, hvat hon mælir til at gera, um eingin avtala fæst í lag.

Eftir ætlan fer Bretland úr ES 29. mars næsta ár, men til seinast í 2020 skal landið fylgja øllum reglum hjá ES og vera partur av innara marknaðinum.

Ætlanin er, at ES og Bretland seinast í 2020 skulu hava gjørt eina fríhandilsavtalu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786